Meinhardt Joensen hevur áður spælt við B36. Hetta var í 2007.
Í fjør var hann tó at síggja í NSÍ, men nú skilst, at B36 aftur hevur fingið fatur á málverjanum, sum eisini hevur verið partur av føroysku landsliðsmyndini. Enn er spælaskiftið tó ikki váttað.
Tað hevur annars verið upp á tal, at Meinhardt skuldi heim til KÍ at spæla í ár, men har tekur Jákup Mikkelsen eitt tørn afturat.