Meinhardt letur seg ikki órógva

Í KÍ leguni royna teir at hava fokus á tí, sum tað snýr seg um, og AB á heimavølli verður roknað at vera stór avbjóðing

Eftir at vera komið tríggjar ferðir av bygd við fullari úrtøku eigur KÍ seinnapartin fyri fyrstu ferð í ár heimavøll.

Lagið er gott, og tað er nógv prát í stóru viðhaldsfjøldini, har tað verður droymt um og roknað við, at nú skal tað vera.

Spælararnir eru tilvitaðir um, at tað er øgiliga langt á mál, áðrenn tað verður staðfest, um tað fer at eydnast at vinna fyrsta FM heitið síðani 1999, og at tað er neyðugt hjá teimum at síggja burtur frá tosinum, sum kann órógva.

 

Ímóti AB fara nýggju útlendsku spælararnir fyri fyrstu ferð at royna seg í landskappingardysti á heimavølli – Deni Pavlovic, Ronni Møller-Iversen, Boris Dosljak og Marko Dusak eita nýggju KÍ spælararnir, og so er tað 16 ára gamli grannin hjá fótbóltsvøllinum, Óli Poulsen, sum heldur ikki áður hevur spælt í fremstu røð á heimavølli.

-Higartil hevur tað kenst hugaligt, og vit gleða okkum at spæla á heimavølli, men tað snýr seg um góðan hugburð, støðugt arbeiði og at vera savnaður og tilvitaður um avbjóðingina, og ikki at lata seg órógva av tosinum og vónunum hjá spentu viðhaldsfólkunum, sum vit annars seta stóra prís uppá, sigur KÍ málverjin Meinhardt Joensen.

Hákun Edmundsson, Ólavur Niclasen og Ísak Simonsen eru skaddir, og tað er ivasamt, um Jákup B. Andreasen er førur fyri at spæla ídag.

 

AB tapti annan páskadag 2-0 á heimavølli ímóti Skála:

-Vit hildu okkum hava møguleika at vinna og fingu einki. Í dag eru vit undirtippaðir í Klaksvík, og vit vóna, at tað fer at ganga soleiðis, sum tað gekk, tá ið eingin roknaði við okkum á Eiði, og vit vunnu eitt stig, sigur AB miðvallarin Bárður Olsen.

Bjarni Skála er skaddur, og tað er ivasamt, um Jobin Drangastein er førur fyri at spæla ídag.