NSÍ kunngjørdi í kvøld, at felagið hevur gjørt sáttmála við føroyskan málmann, sum áður hevur spælt fyri KÍ, B68, GÍ og B36
Meinhardt Joensen hevur gjørt avtalu við NSÍ um næsta kappingarár.
Meinhardt kemur úr B36, har hann spældi í fjør, eftir at hann í nøkur ár hevði vart málið hjá barndómsfelagnum KÍ.
Meinhardt er 29 ára gamal og hevur umframt B36 og KÍ eisini spælt fyri B68 og GÍ.
- Á málmansplássinum er neyðugt við einum royndum manni, og nú Meinhardt er komin til felagið, metir venjarin at NSÍ er rættuliga væl fyri, á tí plássinum til komandi kappingarár, skrivar heimasíðan hjá NSÍ.









