Málverjin, sum áður hevur umboðað barndómsfelagið KÍ, vardi málið hjá B36 í 2008, men skifti undan kappingarbyrjan í fjør til NSÍ.
- Eg eri sera fegin um, at Meinhardt Joensen hevur avgjørt at koma aftur til B36, tí hann er ein sera sterkur málverji, sum eisini er inni í landsliðshitanum. Tá Jóan Pauli Jakobsen, sum vardi málið hjá B36 í seinasta kappingarári, so eisini boðaði felagnum frá, at hann fer til Danmarkar at lesa eftir summarfrítíðina, gjørdist alneyðugt við einum nýggjum málverja, og hendan loysnin er heilt góð, sigur Kristian á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn P/F, við b36.fo.
Sáttmálin er galdandi í tvey ár.











