Nú er tað greitt, hvør næsta kappingarár skal vera hjálparvenjari í EB/Streymi.
Nakað herfyri varð boðað frá, at Rúni Nolsøe verður oddamaður, tá ið meistararnir skulu royna at endurvinna FM heitið.
Mikudagin 19. desember boðar heimasíðan hjá EB/Streymi frá, at Meinhardt Dalbúð verður hjálparvenjari hjá meistaraliðnum.
Meinhardt er ikki ókendur í Sundalagnum. Síðsta kappingarár var hann klubbvenjari, sum tað í FSF verður nevnt, í EB/Streymi.
Meinhardt Dalbúð hevur føroysku venjaraútbúgvingina, og hann hevur áður verið venjari hjá bestu liðunum í ÍF, LÍF og Skála, og hann hevur havt ábyrgd av nógvum liðum í ungdómsdeildunum, eitt nú í NSÍ og í FSF høpi.
Sum spælari rakk Meinhardt tindinum sum toppskjútti, tá ið hann saman við barndómsfelagnum, ÍF, í 1979 vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð.









