FSF/Hans Erik Danielsen:
Tíðliga hósmorgunin setti A-landsliðið við monnum kós ímóti Hradec Kralove í Kekkia.
Túrurin umvegis Keypmannahavn gekk væl, og eftir ein lítlan steðg á gistingarhúsinum í Velichovky, ið liggur ein lítlan hálvan tíma frá býnum, har dysturin skal spælast, fóru Eyðun Klakstein og hansara menn á venjingarvøllin.
Allir 23 í hópinum eru væl fyri, og aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á Meinhard Egilsson Olsen.
##med2##
HM undankappingardysturin millum Kekkia og Føroyar verður á Malsovicka Arena leygarkvøldið klokkan 19:45, sum er klokkan 20:45 lokala tíð í Kekkia.