Meinhard var bjargingarmaður

Stórt verjukiks var orsøk til, at Moldova var frammanfyri nógv tann størsta partin av tíðini, men so var Meinhard E. Olsen skiftur inn og javnaði

Í kvøld fór føroyska fótbóltslandsliðið undir nýggja HM undankapping, tá ið tann fyrsti av trimum landsdystum í eina viku varð á skránni. Tað var í Moldova, og úrslitið var 1-1.

Føroyar løgdu bragdligari fyri, men persónligu mistøkini í føroysku miðverjuni vóru fleiri, og tey kostaðu mál, tá ið heimaliðið fyri fyrstu ferð var í føroyska brotsteiginum, og Nicolaescu í 9. minutti slapp at reka langt og sneiða seg leysan, áðrenn hann setti bóltin framvið Gunnari Nielsen.

Føroyska avrikið í fyrra hálvleiki var leikliga ikki sannførandi, og tað sást ikki nógv til hugburðin, sum tað varð roknað við og vónað. Tað bøtti ikki um, at bæði Hallur Hansson og Gilli Rólantsson sóu gult, og at Odmar Færø fimm minuttir undan steðginum noyddist skaddur av vølli.

Frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki vístu føroysku spælararnir góðan hugburð, vóru meiri avgjørdir í nærdystunum, og við hvørt vístu teir sjálvsálit í samanspælinum og vunnu seg í góðar støður. Teir vunnu seg fleiri ferðir í góðar deyðbóltsstøður, men Brandur Hendriksson Olsen hevði ikki eydnuna við sær soleiðis, sum hann fleiri ferðir áður hevur havt.

Og tá ið fínt álop í høgru bar innlegg og spenta støðu við fleiri føroyingum í brotsteiginum ikki bar mál við sær, spøkti kenslan ikki sørt, at tað ikki fór at eydnast.

Eitt korter undan leikloki vórðu Jóannes Bjartalíð, Ári Mohr Jónsson og Meinhard E. Olsen skiftir inn, og tað var avgerandi. Eftir fínt álop  alt meiri tak á fótbóltsspælinum, meðan heimamenninir savnaðu seg um at verja tepru leiðsluna.

Sjey minuttir undan leikloki eydnaðist tað at javna. Føroyingar steðgaðu heimamonnunum mitt á moldovsku hálvuni, og eftir eitt tvey samanspæl millum Brand Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð endaði bólturin í vinstru hjá Meinhardi E. Olsen, sum sneiddi seg leysan og smekkaði bóltin umvegis fót á mótstøðumanni og upp um málverjan og í netið.

1-1 og føroyska liðið pressaði síðstu løtuna fyri at vinna, men tað eydnaðist ikki.

 

Moldova - Føroyar 1-1 (1-0)

1-0: Ion Nicolaescu 9.

1-1: Meinhard E. Olsen 83.

Føroyska liðið: Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson, Odmar Færø (Heini Vatnsdal, 40.), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (Ári Mohr Jónsson, 78.), Hallur Hansson (Jóannes Bjartalíð, 69.), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen - Klæmint A. Olsen, Jóan Símun Edmundsson (Meinhard E. Olsen, 78.)