Meinhard E. Olsen hevur havt eina góða U21 EM-undankapping. Í dag javnaði Meinhard E. Olsen til 1-1 ímóti Litava, og var talan um hansara fjórða mál í hesari undankappingini. Dysturin millum Føroyar og Litava endaði við javnleiki 2-2. Litava javnaði uppá brotsspark í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
Meinhard E. Olsen spælir sín seinasta U21 landsdyst ímóti oddaliðnum í bólki 3, Danmark í Ålborg týsdagin klokkan 17, og har ætlar hann at skora tað fimta málið í EM-undankappingini.
Eins og Bjarni Petersen er Meinhard E. Olsen vónbrotin um, at føroyska liðið ikki bar ein 2-1 sigur heim. Neyvleiki er nakað sum arbeiðast má við til komandi U21 undankapping. Ein undankapping sum Meinhard E. Olsen verður ov gamal til.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Meinhard E. Olsen á FM1 aftaná dystin millum Føroyar og Litava á Tórsvølli.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Bjarna Petersen.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við hjálparvenjaran, Hegga Samuelsen