Meinhard skoraði í heimatapi - Liðið hjá Gullbrandi leikti javnt

Tað bleiv bara til eitt stig til føroyingaliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag

Bólturin rullar aftur aftaná summarsteðgin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen taptu á heimavølli 1-2 fyri Lyn Oslo.

 

Lyn Oslo legði seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá fýra minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði Meinhard til 1-1 aftaná upplegg frá Martin Ovenstad.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Erik Brenden tað reyða kortið, og so mátti Mjøndalen stríðast 10 móti 11 seinastu løtuna.

 

Lyn Oslo gagnnýttu yvirtalsstøðuna á vøllinum og skoraði til 2-1, og fór aftur til Oslo við øllum trimum stigunum.

 

Mjøndalen er fimtaftast í deildini við 14 stigum.

 

Komandi leygardag klokkam 15 spælir Mjøndalen móti Start Kristiansand á útivølli.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard var á vøllinum allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF leiktu javnleik 1-1 í grannauppgerðini móti Bryne á útivølli.

 

Bryne legði seg á odda longu í áttanda minutti, men stutt undan steðginum javnaði Matias Moldskred fyri Sandnes.

 

Sandnes er næstaftast í deildini við 10 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 15 tekur Sandnes móti Åsane á heimavølli.