Meinhard skoraði í heimasigri hjá Mjøndalen

Mjøndalen vann í dag annan sigurin hetta kappingarárið

Mynd: Mjøndalen IF

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen fingu eina góða upphiting til norska tjóðardagin, ið verður í morgin 17. mai.

 

Á heimavølli vann Mjøndalen í dag 2-1 á Åsane í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Tá átta minuttir vóru leiktir legði Meinhard Mjøndalen á odda 1-0. Meinhard var settur at skjóta eitt brotsspark. Málverjin bjargaði, men Meinhard var skjótur at skora upp á returin.

 

Talan var um annað málið hjá Meinhardi hetta kappingarárið. 

 

Minuttin aftaná økti Mathias Bringaker til 2-0. Åsane minkaði um munin til 2-1 beint undan steðginum, og so komu ikki fleiri mál í dystinum.

 

Mjøndalen vann sostatt annan dystin í kappingini í ár, og teir eru nummar 10 í deildini við níggju stigum. 

 

 

 

Mynd: Mjøndalen IF