Meinhard úr Svøríki til Norra

Landsliðið: Meinhard E. Olsen hevur skift úr svenskum fótbólti til Bryne í norskum fótbólti

##med2##

Í dag hevði landsliðið sína seinastu landsliðsvenjing undan fráferðini til Moldova, har Føroyar hóskvøldið skal spæla. Millum spælararnar í hópinum er Meinhard Egilsson Olsen.

Runavíkingurin hevur skift frá GAIS í svenskum fótbólti til Bryne í norskum fótbólti. Í samrøðu við FM1 fortelur hann eitt sindur um lívið í GAIS, og at hann er skiftur til Bryne, sum fostrað spælarar sum liðfelagin Rógva Baldvinsson og heimsstjørnuna Erling B. Håland.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn landsdystinum móti Moldova, sum verður klokkan 19.45 hóskvøldið. Sunnukvøldið spæla vit móti Eysturríki og mikudagin 31. móti Skotlandi. Allir dystirnir eru á útivølli.

##ms##

FM1: Samrøða við Meinhard E. Olsen