Meinhard og Rógvi taptu við sínum liðum

Talan gjørdist um ein vánaligan dag hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Meinhard E. Olsen fekk 74 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini tapti 1-2 fyri Frederiksstad á útivølli.

 

Longu tá 25 minuttir vóru farnir var Frederiksstad á odda 2-0. Tá ein hálvur tími var farin minkaði Adrian Hansen um munin til 2-1, men so komu ikki fleiri mál í dystinum.

 

Rógvi Baldvinsson slapp fyrst á vøllin í 85. minutti, tá hann og liðfelagarnir í Bryne taptu greitt 0-3 fyri Skeid á heimavølli. Øll málini komu seinasta korterið av dystinum. 

 

Í morgin klokkan 17 spæla Gullbrandur Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF móti Ranheim á útivølli.

 

Sandnes ULF er nummar fimm í deildini við 40 stigum. Mjøndalen er nummar níggju í deildini við 36 stigum. Bryne er fjórðaftast við 26 stigum.