Meinhard og Mjøndalen taptu fimta dystin á rað

Mjøndalen hevur fingið eitt stig seinastu seks dystirnar

Meinhard E. Olsen fekk 67 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Mjøndalen í kvøld taptu fimta dystin á rað í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Mjøndalen sum spældi á útivølli móti Åsane í kvøld fekk eina dreymabyrjan, tá Morten Ovenstad aftaná eitt korter legði Mjøndalen á odda 1-0. Men longu tveir minuttir seinni javnaði Åsane til 1-1.

 

Støðan helt sær til 87 minuttir vóru farnir. Tá legði Åsane seg á odda 2-1, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti heimaliðið til endaliga úrslitið 3-1.

 

Mjøndalen er nummar 10 í deildini við 27 stigum. 

 

Komandi mánakvøld tekur Mjøndalen móti Sandnes ULF á heimavølli. Sandnes er liðið hjá Gullbrandi Øregaard, men nú eru nakrar vikur síðani hann fekk spælitíð.