Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen vunnu í kvøld annan dystin á rað í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Meinhard spældi allan dystin, tá Mjøndalen á heimavølli vann 2-0 á gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger.
Mathias Bringaker legði Mjøndalen á odda seks minuttir undan steðginum, og Alie Conteh úr Sierra Leone økti til 2-0 í 56. minutti.
Tá 20 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini var Ole Sveen hjá Mjøndalen rikin av vøllinum, men Meinhard og liðfelagarnir megnaðu at halda tætt.
Mjøndalen er nummar 12 í deildini við 21 stigum. Teir hava fýra stig niður til Start Kristiansand, ið hevur 17 stig á næstaftasta plássinum.
Kappingin er sera jøvn. Mjøndalen hevur bara fimm stig upp til níggjunda plássið, har Raufoss hevur 26 stig.
Komandi sunnudag klokkan 16 spælir Mjøndalen dyst á útivølli móti Moss.