Meinhard E. Olsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir spældu móti oddaliðnum í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Á útivølli á Nature Energy Park leikvøllinum í Odense tapti Kolding 3-4 fyri OB.
OB legði seg á odda bæði 1-0, 2-1 og 3-2, men hvørjar ferð svaraði Kolding aftur. Men tá Julius Askou skoraði til 4-3 til OB væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat var ikki tíð hjá Kolding at svara aftur. Meinhard og liðfelagarnir kunnu iðra seg um eitt mist stig, men teir kunnu staðfesta eitt gott avrik móti oddaliðnum á útivølli.
Kolding er nummar fimm í ovara endaspælinum við 37 stigum. OB er fremst í deildini við 58 stigum. Liðið sum ikki vil geva Mattiasi H. Lamhauge spælitíð, FC Fredericia er næstfremst í deildini við 50 stigum.
Fredericia spældi ígjár javnleik 0-0 móti Hvidovre á útivølli. Sum vant vardi Valdemar Birksø málið hjá Fredericia.