Meinhard og Kristiansund skulu spæla venjingardyst móti Manchester United

Venjingardysturin verður leiktur á Ullevaal leikvøllinum í Oslo, týskvøldið 30. juli

Meinhard Egilsson Olsen og liðfelagarnir í Kristiansund skulu spæla venjingardyst móti søguríka enska stórfelagnum, Manchester United á norska tjóðarleikvøllinum, Ullevaal.

Dysturin verður spældur týskvøldið 30. juli. Pláss er fyri 28.000 áskoðarum á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.

Tað er heimasíðan hjá Kristiansund, ið boðar frá, at hendan spennandi avbjóðingin hjá Meinhardi Egilsson Olsen og liðfeløgunum er komin í lag. 

Stórtíðindini fyri Meinhard Egilsson Olsen, liðfelagarnar og viðhaldsfólkini, at Kristiansund skal spæla venjingardyst móti Manchester United blivu staðfest fyri løtu síðani.

Viðhaldsfólkini hjá Kristiansund hava fingið lovað 3.000 áskoðarapláss á Ullevaal leikvøllinum. Manchester United hevur eitt stórt fjepparafelag í Noregi, ið eisini hevur nógvar føroyskar limir, so tey í Kristiansund vænta ikki, at tað verður trupult at selja øll atgongumerkini til dystin. 

Um onkur føroyingur ætlar sær til dyst ber til at kunna seg um hetta á heimasíðuni hjá Kristiansund: kristiansundbk.no.

Niðanfyri sæst ein lýsing fyri venjingardystin:

##med2##