Meinhard Egilsson Olsen spældi meir enn 90 minuttir áðrenn hann var skiftur út í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, tá lið hansara, GAIS í heimadysti í næstbestu svensku fótbóltsdeildini spældi javnleik 1-1 móti Akropolis.
Julius Lindberg legði GAIS á odda tá 12 minuttir vóru farnir. Akropolis javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Meinhard Egilsson Olsen hevði onkra góða roynd á málið hjá Akropolis, og hann megnaði eisini móti dystarenda at fáa eitt gult kort.
Støðan í botninum í næstbestu svensku fótbóltsdeildini er hendan:
9. GAIS 29 dystir 8 9 12 29 41 -12 33 stig
10. Trelleborgs FF 29 dystir 8 8 13 31 37 -6 32 stig
11. Ørgryte 29 dystir 9 5 15 33 42 -9 32 stig
12. Norrby 28 dystir 7 10 11 37 40 -3 31 stig
13. AFC Eskilstuna 28 dystir 9 4 15 32 48 -16 31 stig
14. Dalkurd FF 28 dystir 6 11 11 33 39 -6 29 stig
15. Umeå 29 dystir 5 11 13 24 46 -22 26 stig
16. Ljungskile 29 dystir 5 8 16 24 47 -23 23 stig
------------------------------------------------------------------------
Tvey lið flyta beinleiðis niður í triðbestu deildina. Liðini sum enda fjórðaftast og triðaftast skulu spæla upp- og niðurflytingardyst móti einum liði úr triðbestu deildini.
GAIS er sloppið undan beinleiðis niðurflyting, men enn lúrir vandan, at liðið úr Gøteborg má spæla ein upp- og niðurflytingardyst móti liði úr triðbestu deildini.
GAIS hevur tó lagnuna í egnum hondum tí teir spæla í seinasta leikumfarinum móti Dalkurd, ið liggur triðaftast. GAIS kann við sigri, og eisini sannlíkt við javnleiki móti Dalkurd 5. desember sleppa undan at spæla upp- og niðurflytingardyst móti einum liði úr triðbestu deildini.











