Teprar um fjallarøðir
ljósglæma av vetrarteigum.
Byggir brú
av ævigum leiðum
til bygdatún
og bleiktrar í glugga
hjá Meinhard á Guldrangi,
og vil hon veita ein linna
og ein ugga
við perluløgum frá farnum døgum.
Eru so mong farin
í okkara bygd
út ímillum stjørnutirnur
á vetrarbreyt.
Hanga har á stjørnustavum
og líta út yvir vátar steinar
og vetrargul reyn.
Spegla sær í morgunvátum rútaglasi
ímillum grønar sprossar
og sevjugrønan húsavegg.
Her er tað tú gert ein steðg
hjá Meinhard á Guldrangi.
Tóm hús og tómir gluggar
stara út í tún,
sum leita eftir
leiftrandi stjørnutirnum
úr tí djúpu rúmd.
Stjørnuljós
av himnakós
í pinkulítlum vatntdropum ruggar.