Meinhard hevur eisini slitið krossbandið

Meinhard E. Olsen spælir ikki aftur í 2023

Ein ólukka kemur sjáldan einsamøll. Í gjár komu boðini um at Patrik Johannesen hevur slitið krossbandið. Í dag er tað Meinhard E. Olsen, sum boðar frá, at krossbandið hjá honum er slitið.

 

- Krossbandið er slitið og eg má undir skurð, skrivar hann á sosialu miðlunum.

 

Eftir eitt gott ár í 2022 hevur tað ikki gingið eins væl í 2023. Nú má hann sita uttanfyri restina av árinum.

 

- Árið í fjør var sum heild gott. Persónliga hevði eg eitt fínt kappingarár og familjan trívdist.

 

Eg var vísur í, at í ár, fór tað at gangast enn betur, á og uttanfyri vøllin.  Eg ynskti at taka næsta fetið í mínari yrkisleið, skrivar Meinhard E. Olsen og leggur afturat:

 

- Status er at eg eri blivin skurðviðgjørdur í tumlinum, havt influensa, tvær ferðir, mist hópatals venjingar og siti nú við einum knæi, ið ikki kann spæla. Krossbandið er slitið og eg má undir skurð.  Ja, satt at siga er 2023 alt annað enn tað eg ímyndaði mær. Tað hevur gingið heilt av skriðuni, staðfestur landsliðsspælarin.

 

Tað er ein drúgv endurvenjing, sum bíðar landsliðsspælaranum nú, men hann hevur ikki mist mótið.

 

- Nú bíðar ein strævin, men eisini mennandi tíð við nógvari og drúgvari uppvenjing. Samtundis veit eg at hesin skaðin gevur mær stundir til at raðfesta onnur fólk og ymisk viðurskifti. Nakað, ið eg í langa tíð havi havt tørv á. Vit síggjast á vøllinum í 2024, í einari betri og sterkari útgávu, skrivar hann at enda.