Meinhard er í nýggjum leikluti

Landsliðsspælarin varð síðsta vikuskifti kosin at vera tann besti í deildini í nýggja leiklutinum

Meinhard E. Olsen á venjingarlegu við landsliðnum í Spania í mars mánað

Mánadagin kunngjørdi landsliðsvenjarin Håkan Ericson, hvørjum spælarum hann hevur sent boð eftir í sambandi við teir fýra landsdystirnar, sum vera tvær tær næstu vikurnar.

 

Millum landsliðsspælararnar er Meinhard Egilson Olsen, sum nú umboðar Mjøndalen, ið er ovast í næstbestu norsku deildini. Í morgin eigur Mjøndalen heimavøll ímóti Ranheim, ið er á níggjunda plássi, og so verður fokus hjá Meinhardi á landsdystunum.

 

Á landsliðnum plagar Meinhard E. Olsen at vera framrættaður og ofta í vinstra borði. Tað kann væl vera, at hann aftur hesaferð verður í framrættaðari ódn á landsliðnum. Men í Mjøndalen hevur venjarin sett Meinhard í heilt nýggjan leiklut. Fleiri tær seinastu ferðirnar hevur hann verið vongverji í høgru, og tað hevur gingið væl.

 

Mánakvøldið vann Mjøndalen 2-0 á útivølli ímóti Sandnes, sum er á fimta plássi. Sum tað varð nevnt og bar til at síggja her á in.fo fyrr í vikuni, so skoraði Meinhard E. Olsen seinna málið, og nú er hann kosin at vera besti vongverjin í høgru eftir sjeynda umfar í OBO liguni, sum næstbesta deildin verður nevnd.

 

25 ára gamli Meinhard E. Olsen hevur higartil spælt 18 dystir á landsliðnum, og hann hevur skorað eitt mál. Tað var 25. mars í fjør, tá ið HM undankappingardysturin ímóti Moldova á útivølli endaði 1-1, og Meinhard sjey minuttir eftir, at hann í 78. minutti varð skiftur inn, javnaði til 1-1.

 

Meinhard E. Olsen á venjingarlegu við landsliðnum í Spania í mars mánað