Meinhard E. Olsen skiftir felag

Føroyski landsliðsspælarin skiftir felag um ársskiftið. Tað boðar nýggja felagið frá

Meinhard Egilsson Olsen fer frá ársskiftinum at skifta frá Bryne til Mjøndalen IF. Hetta boðar nýggja felagið hjá honum frá á heimasíðuni. Talan er um ein sáttmála, sum er galdandi til 2024.

 

– Hann er í góðum aldri og hevur nógvar altjóða royndir. Føroyska landsliðið flutti upp í Nations League, og Meinhard E. Olsen er fastur maður í hópinum. Hetta er ein spælarin, sum vit hava fylt í eina tíð. Vit vístu honum eisini áhuga, tá hann í 2019 fór til Kristiansund. Nú passaði tað so væl og hann hevur víst seg fram í Bryne, sigur Jan-Remi Dalen, sum er partur av ítróttartoyminum hjá Mjøndalen.

 

Mjøndalen IF spælir í bestu deildini, men er í løtuni partur av niðurflytingarstríðnum.