Meinhard Bjartalíð gestur á Rás2

- Uppreisnin hjá Jesus er prógv um, at vónloysi, deyði og sorg fáa ikki seinasta orðið, sigur Meinhard Bjartalíð, sum mikudagin er gestur í morgunsendingini á Rás2 Hann er uppvaksin í Árnafriði, hevur tikið útbúgving sum orguleikari, hevur lisið teologi, verið prestur á Viðareiði, og nú er hann prestur á Glyvrum.

Meinhard Bjartalíð leggur mikudagin leiðina fram við á Rás2, og millum klokkan 11 og 12 verður hann gestur í morgunsendingini.

Prátað verður um prestastarvið, um at missa og troysta, um tíðina sum prestur í Føroyum, og sjálvandi verður eisini komið inn á páskirnar, sum nú standa fyri framman.

- Páskamorgun er akkerið í øllum vónloysinum, har kann styrki heintast. Uppreisnin hjá Jesus er prógv um, at vónloysi, deyði og sorg fáa ikki seinasta orðið. Tað er ein vón fyri framman, sigur Meinhard Bjartalíð.