Meinhard: B36 var skarpari í dag

(Rás2) Hoyr samrøðu við toppskjúttan hjá B36, Meinhard E. Olsen, ið tó ikki sjálvur skoraði tá B36 vann 3-0 á 07 Vestur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við toppskjúttan hjá B36, Meinhard E. Olsen, ið undan umfarinum í dag hevði skotið mál í øllum teimum undanfarnu fimm umførunum.


Tað gjørdi Meinhard E. Olsen ikki í dag, um enn hann hevði møguleikan til tað tá B36 vann 3-0 á 07 Vestur vesturi í Sørvági.

 

Meinhard E. Olsen fegnast tó um, at B36 sum lið var skarpari í dag, og fekk trý góð mál. Hann staðfestir eisini, at teir í B36 drivu á allan dystin, og tað er Meinhard sera fegin um.

 

Um komandi grannauppgerðina ímóti AB á heimavølli staðfestir Meinhard E. Olsen, at tað er ein dystur, ið B36 eigur at vinna. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen hoyrist HER