Meiðslaði seg umborð á Tjaldrinum

Ein maður varð fluttur á Landssjúkrahúsið í gjár eftir eitt arbeiðsóhapp

Ein maður meiðslaði sær hendurnar, ella skøvningarnar rættiliga illa umborð á Tjaldrinum í gjár. Tjaldrið lá við bryggju í Havn, har tveir mans frá Mest vóru í ferð við at skifta eitt stempul. Men drádliga slitnaði taljan av onkrari orsøk og stemplið datt niður á hendurnar á einum av monnunum.

 

Løgreglan sigur, at hann breyt skøvningarnar rættiliga illa og varð alt fyri eitt fluttur á Landssjúrkahúsið. Løgreglan sigur, at Arbeiðseftirlitið hevur fingið boð um óhappið og fara nú at kanna, hvat tað var, sum hendi og hví taljan ikki helt.