Maðurin, sum datt úr eini lyftu á skipasmiðjuni á Skála mikudagin, hevur fingið so mikið álvarligan skaða, at ætlanin er at senda hann til Danmarkar til viðgerar. Løgreglan sigur, at hann hevur brotið hælin illa, hann hevur brotið kokuna, men tað mest álvarsliga er, at hann hevur brotið eisini ein ryggjargeisla.
Les eisini: Fall og misti vitið
Tá ið ryggurin fær stoyt, eru hyggjuráðini at liggja pinnastillur fyri ikki at ikki at økja um vandan fyri at gera skaðan verri, men tað hendi ikki í hesum føri, tí maðurin hevði roynt at koma sær á føtur og varð fluttur.
Fallið úr lyftuni var einar fýra til fimm metrar, men hann er kortini ikki verri fyri enn so, enn at hann hevur kunnað greitt løgregluni frá, hvat tað var, sum hendi.
|