Leygardagin, dagin fyri altjóða kvinnudagin 8. mars, skipaði Havnar Badmintonfelag fyri eini gentulegu í badmintonhøllini í Havn. Tilsamans luttóku umleið 100 mammur og gentur á degnum, har badminton var á skránni frá morgni til kvøld.
Danski yrkisvenjarin Lotte Bonde skipaði venjingina saman við Gunnvu Jacobsen. Harumframt tók Keka Nandy sær av mentalu venjingunum um at hugsavna seg.
Lotte Bonde er 25 ára gomul. Hon var fastur leikari av danska elituhópinum og á ungdómslandsliðnum, inntil hon fyri nøkrum árum síðani fekk ein álvarsaman knæskaða til Danish Open. Nú arbeiðir hon sum venjari og vegleiðari.
Ætlanin við GirlPower er at styrkja vinarbond tvørtur um aldursmørk og feløg í Føroyum. Haraftrat ynskja fyrireikararnir úr Havnar Badmintonfelag at lyfta tekniska støðið og varpa ljós á týdningin av mentalari venjing. Badminton er ein einstaklingaítróttargrein, sum krevur nógva mentala venjing.
- Genturnar hava ofta ringt við at spæla alt tað tær megna á vøllinum, um tað er besta vinkonan, sum stendur hinumegin netið, sigur Marjun Niclasen, forkvinna í Havnar Badmintonfelag. - Tí kann tað vera gott at fáa nøkur amboð til at stýra sinninum og at hugsavna seg um uppgávuna.
Dagurin eydnaðist sera væl, tí genturnar fingu nógv burturúr. GirlPower er nú blivin ein fastur táttur í skránni hjá Havnar Badmintonfelag, og verður tiltakið tí eftir ætlan endurtikið komandi ár.