Megnar ikki at útgreina sveiggjini hjá Víkingi

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Víkingur endaði fyribils aftur í javnleiksslóðini í effodeildini

Seinnu árini hevur Víkingur havt eina ørgrynnu av javnleikum, sum hava verið teimum dýrir, tá teljast skal saman við kappingarlok. Í dag kom Víkingur aftur á gomlu javnleiksslóðina, tá teir rættilig óvæntað spældu javnleik 2-2 ímóti botnliðnum B68 á Svangaskarði á Toftum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Atla Gregersen gera eina roynd at útgreina hví Víkingur hevur slík sveiggj, har teir leverað stórar prestasjónir ímóti oddaliðum, og í steypakappingini, og fella so ímóti einum lægri liði. Atli Gregersen viðgongur, at hann hevur ringt við at seta orð á hvat hendir.

 

Hann fegnast tó um málini hjá ungu spælarunum, Dánjal Paula Lervig og Magnusi Jarnskor, og sær fram ímóti einari grannauppgerð ímóti ÍF annan hvítusunnudag.