Megnar avrik ikki nokk

Arsenal framdi eitt megnar avrik í kvøld og vann 3-0 á AC Milan í seinnu 1/8 finaluni í Champions League. Tíverri fyri enska felagið, so var tað ikki nokk at koma víðari og tapti samanlagt 4-3.

 

Trý mál í fyrra hálvleiki gav Arsenal eina vón um at tað bar til at koma víðari, men heimaliðið megnaði ikki at leggja afturat málskoruni í seinna hálvleiki.

 

Arsenal legði seg á odda í dystinum longu eftir sjey minuttir, tá Laurent Koscielny stútaði eitt hornaspark í mál. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Thomas Rosicky eftir at Milan verjan ikki megnaði at rudda vekk.

 

Tveir minuttir fyri tíð staðfesti Arsenal, at teir veruliga ætlaðu at gera eina roynd at heinta øll fýra málin inna aftur. Alex Oxlade-Chamberlain fór umkoll í brotsteiginum og so var brotsspark. Robin Van Persie skoraði trygt til hálvleiksstøðuna 3-0.

 

Í seinna hálvleiki royndi Arsenal at halda fast um trýstið og Robin Van Persie var ótrúliga nær við at javna samanlagt, men málverjin bjargaði. Milan brendi eisini ein risa møguleika stutt fyri tíð.

 

Arsenal viðhaldsfólk kunnu fegnast um eitt megnar avrik og ein flottan 3-0 sigur, men hann er eitt mál ov lítil til at kom upp á javnt samanlagt.

 

Í Portugal vann Benfica 2-0 á Zenit og fer saman við Milan víðari til fjórðingsfinaluna í Champions League. Benfica tapti fyrra dystin 3-2 og vinnur tí 4-3 samanlagt.

 

Champions League 1/8:

 

Arsenal – Milan 3-0 (0-4)

Milan vinnur samanlagt 4-3

 

Benfica – Zenit 2-0 (2-3)

Benfica vinnur samanlagt 4-3.