Megnaðu tað sum ongin annar hevur klárað

- Vit fingu at vita, at tað bar ikki til at umvæla stabilisatorarnar á Smyrli, siga Símun Jákup Højsted og Ingi Sørensen, sum báðir eru kavarar. Men tað løgdu teir onki í og við snildni og góðum fólki eydnaðist teimum at avrika tað, sum ongin annar hevur klárað

Tá ið tað frættist, at stabilisatorararnir á Smyrli ikki virkaðu, vóru tað mong, sum hveptu seg við at fara umborð aftur á skipið, tí tað rullaði so illa, hóast hetta als onki hevur við trygdina at gera.
Og tá ið tað so frættist beint fyri páskir, at stabilisatorararnir vórðu umvældir, vóru tað mong sum fegnaðust sum tað.
Men tað eru kanska tey allar fægstu, sum hugsa um, at hvussu nógv tað kravdi at umvæla brekið.
Tað ljóðar ikki sum um at tað hevur so nógv upp á seg. Men veruleikin er, at hetta var so krevjandi arbeiði, at tað var onki minni enn eitt bragd, at tað eydnaðist at fáa stabilisatorararnar at virka aftur, uttan at senda Smyril av landinum í dokk.
Hetta er nevniliga nakað, sum ongin annar hevur klárað og teir føroyingarnir, sum megnaðu at umvæl brekið, megnaðu sostatt nakað, sum ongantíð er gjørt áður.

Trúði onki upp á tað
Tá ið tað gjørdust greitt, at stabilisatorararnir á Smyrli ikki kundu brúkast, vórðu boð send eftir einum umboði fyri verksmiðjuna, sum hevði gjørt teir.
- Í tí sambandi kom ein japanesari til Føroyar at sýna skaðan og hann helti mest til at senda Smyril í dokk, tí hann hevði onki álit á, at tað skuldi eydnast at umvæla skaðan, ímeðan hann lá í sjónum, siga Símun Jákup Højsted og Ingi Sørensen á kavarafyritøkuni, SJH Commercial Divers, í Havn.
- Japanesarin segði, at teir fyrr høvdu havt skip við líknandi breki og hvørja ferð hevði tað verið neyðugt at taka skipið upp.
Áðrenn hann fór av aftur landinum legði hann føroysku kavarunum eina við at boða honum frá, skuldi tað eydnast at umvæla brekið ímeðan skipið var í sjónum, tí so vildi hann hava tað at vita. Og so hevði hann onnur skip, við sama slag trupulleikum.
Teir báðir føroysku kavararnir siga, at teir avgjørt sóu hetta sum eina ógvuliga spennandi avbjóðing, sum tey vóru altráðir eftir at royna fyri at vita um tað ikki bar til kortini.
Tí dylja teir ikki fyri, at teir strongdu á Strandferðsluna fyri at sleppa at royna seg og tað endaði so við, at teir fingu uppgávuna.
Og hóast japanesarin ikki hevði rætt í sínum metingum, so er hann høgt í metum hjá føroysku kavarunum.
- Hann hevði heilt serstøk evni. Vit høvdu væntað, at hann fór at koma við teldum og mátarum av øllum handa slagi.
Men hann kom púra tómhentur.
- Tað einasta, hann bað um, var ein lítlan hamara. Tað fekk hann so og eftir at hava bankað eina løtu stabilisatorarnar frá ymsum vinklum, kundi hann staðfesta, at átta bóltar vóru farnir í hvørjum borði og at tað vóru teir somu bóltarnir, sum vóru farnir í bæði borð. Hann kundi eisini siga akkurát, hvørjir bóltarnir vóru.
- Tá ið vit so kavaðu fyri at sýna skaðan uttanborða, vísti tað seg at passa akkurát, sum japanesarin hevði sagt.
Slíkum evnum eru føroysku kavararnir hugtiknir av........

Snildni og gott fólk
Tað stutta av tí langa er, at tað eydnaðist at umvæla brekið, so at nú virka stabilisatorararnir aftur.
Men tað var við bit so slit.
- Vit vóru 10 mans, sum hava arbeitt dag og nátt í seks samdøgur fyri at umvæl brekið.
Tað eydnaðist og tað kunnu teir vera stoltir av, tí metingin sigur, at tað hevði tikið 10 dagar at umvælt brekið í eini turrdokk, har arbeiðsumstøðurnar sjálvandi eru heilt øðrvísi og betri.
Men vit vóru eisini útlúgvaðir, tá ið vit vóru lidnir.
Eitt dømi er, einaferð, nakrir skuldu suður við. Maðurin, sum var í landi og skuldi umborð, forsvav seg, tí hann var so móður og hann kom sostatt ikki við. Men tíbetur var tað so, at maðurin, sum var umborð og skuldi íland, hevði eisini forsovið seg og slapp tískil ikki íland. Sostatt høvdu vit fólk, umenn tað ikki gekk sum ætlað.
Í hvørjum borði eru 24 bóltar í einum flansa. Men átta bóltar vóru farnir í hvørjum borði og tað eydnaðist at skifta fimm bóltar í hvørjum borði.
Ein avleiðing av brekinum var, at stabilisatorararnir lóku olju, men tann lekin er eisini tættur.
Vónin er nú, at umvælingin heldur til smyril skal í dokk til eftirlit í september, so at brekið kann takast í botn og umvælast til fulnar tá. Men tað eru góðar vónir um tað, tí nú fer veðrið at batna.
Símun Jákup Højsted og Ingi Sørensen siga, at torførasta uppgávan var at bora bóltarnar út, tí teir vóru brotnaðir niðri í gevindinum.
- Plássið var lítið, so har var ógvuliga trongligt at arbeiða. Tað var sum at vera hjá tannlækna, tí vit máttu brúka ein lítlan spegil at kanna eftir, at alt var, sum tað skuldi.
Nú skulu kavararnir í SJH Commercial Divers hava eftirlit við stabilisatorunum einaferð um vikuna í tríggjar vikur, síðani einaferð aðruhvørja viku í seks vikur og at enda eina ferð um mánaðin, til hann skal í dokk í september
Men í hesum sambandi leggja teir dent á, at teir mugu ikki gloyma Árna Mortensen, sum er maskinmeistari á Smyrli.
Hann kavaði ikki, men hann prógvaði, hvussu fantastiskur smiðjur hann er, siga teir báðir.
Hann arbeiddi saman við teimum alla tíðina og gjørdi teimum ymisk serlig amboð, sum teir skuldu brúka. Eitt nú var hann í Hovstunlinum eftir boristengrum, sum vóru úr herdum stáli og tað gjørdi hann okkum amboð úr, tí tað var tað einasta, sum helt.
Teir báðir kavararnir siga, at hóast tað var ómetaliga strævið, var tað eisini ógvuliga stuttligt og hugnaligt.
- Manningin á Smyrli er sum ein stór familja og tey fylgdu við størsta áhugað í, hvussu tað gekst. Tí var tað øgiliga stuttligt, tá ið vit komu so langt, at vit kundu fortelja teimum, at hetta skuldi nokk bera til.
Nú teir eru úthvíldir aftur, verður næsta stigið at senda japanesaranum eitt teldubræv og myndir, har teir vísa at tað ber til, sum hann helt vera ómøguligt. Og so eru teir spentir eftir at vita, hvat hann sigur....



Her sæst manningin, sum umvældi stabilisatorararnar: Frá vinstru eru tað Jákup Fonsdal, Jón Isfeldt Birgir Dimon, Árni Mortensen, maskinmeistari á Smyrli, Símun Jákup Højsted og Ingi Sørensen