Megna ikki at avgera

Liðskiparin og nýklakti landsliðsleikarin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, hevði ynskt, at bóltarnir høvdu lættari við at fara í málið.

- Vit skapa ikki so nógv í dag, men vit hava bóltin hjá okkum. Vit komu á odda og høvdu framvegis spælið, men vit klára bara ikki at lukka dystin, segði Pætur.

Ein av høvuðsorsøkunum til at Skála er á aftasta plássið heldur Pætur vera tann, at teir hava havt trupult við at gagnnýtt málmøguleikarnar.

Pætur, sum leikti ein góðan dyst á høgra vongi, heldur ikki, at nakað er avgjørt enn. Vit spurdu hann, um hetta var Formuladeildin hjá Skála á hesum sinni.

- Tað loysir seg ikki at siga ja, men nú sær tað tungt út. Enn er ein teoretiskur møguleiki til staðar, so vit eru ongan veg farnir, segði Pætur, sum hyggur fram ímóti teimum - á pappírinum - truplu dystunum. Í teimum trimum dystunum, sum eftir eru, møta teir Víkingi, EB/Streymi og NSÍ.

- Víking kunnu vit vinna ein og hvønn dag, meðan vit á einum góðum degi kunnu vinna EB/Streym. NSÍ kunnu vit altíð vinna, so vit kunnu faktist allar tríggjar dystirnar, men lat okkum nú síggja, segði Pætur.