Meginreglurnar eru lagdar

- Meginreglurnar í uppskotinum liggja klárar, og eru tær viðgjørdar í fundum við samgonguni. Nú er tað mest ein spurningur um tað eru ávís viðurskiftir, ið ikki eru nógv greið, ella um tað eru viðurskiftir, ið ikki náa tí endamáli, ið vit ynskja at náa.


Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá hann verður spurdur um broytingar verða gjørdar í uppskotinum um fiskivinnunýskipan eftir nógva kritikkin, ið uppskotið hevur fingið í almenna orðaskiftinum, og síðstu vikuna frá fleiri samgongulimum.


Sostatt slær hann enn einaferð fast, at hóast nógvar ákoyringar, so verður talan ikki um fremja stórar broytingar í uppskotinum, men heldur smærri tillagingar.


Sambært landsstýrismanninum, so seta flestu hoyringsskrivini spurningar við broytingarnar innan kvotur og fiskidagar, har farið verður yvir til kvotur í pørtum av heimaflotanum, antitrust mørkini og spurningin um hvat skal bjóðast út.


- Vit fara nú gjøgnum nú øll hoyringsskrivini. Embætisfólkini hyggja eftir tí tekniska partinum, meðan eg, Aksel V. Johannesen og Poul Michelsen meta, um nakrar broytingar skulu verða gjørdar, sigur Høgni Hoydal.


Hóast nógvar atfinningar, so fegnast landsstýrismaðurin um, at uppskotið hevur fingið so nógva umrøðu frá ymiskum pørtum. 


- Hetta er ikki øðrvísi enn ætlað, og hevur tað alla tíðina verið ætlanin at fingið hesa viðgerðina. Tað er tann demokratiska tilgongdin, ið vit ynsktu, tá vit koyrdu uppskotið til hoyringar.


- Uppskotið skal eftir ætlan vera varandi grundarlagið undir føroysku fiskivinnuna, so tað skal hava alla tað viðgerð, ið eitt slíkt mál skal hava, sigur Høgni Hoydal.


Enn er ógreitt nær endaliga uppskotið verður lagt fyri løgtingið, men landsstýrismaðurin upplýsir, at samráðingar eru við formansskapin í løgtinginum um nær uppskotið kann leggjast fram, og um neyðugt er at leingja um tingsetuna fyri at fáa neyðuga tíðina at viðgera eitt so stórt mál.