- Tvey línuskip undan Íslandi og eitt undan Føroyum koma inn at landa í vikuni sum kemur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at skipini hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.
- Restin av línuskipunum liggja við bryggju, men fara út aftur, nú veðrið batnar.
Lagt verður aftrat, at kanska tveir av teimum smáu línubátunum eisini koma inn at landa síðst í vikuni sum kemur.
Útlitini til útróður eru hampilig. Streymurin verður ikki góður, men hampiligur, og líkt er til, at veðrið verður á einari leið.
- So, vit vænta, at nakað verður av útróðri, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.