- Støðan hjá nógvum bóndum er heilt álvarslig.
Tað staðfestir Hákun Steingrímsson, stjóri í Meginfelag Búnaðarmanna, MBM.
Hann vísir á, at hjá nógvum bóndum eru fjós, útgerð og amboð so uppslitin, at tað er bara ein spurningur um tíð, so fer at brenna saman hjá teimum, og sostatt eisini hjá føroyska landbúnaðinum.
Annars hava vit Búnaðargrunnin, sum er ætlaður til at veita fígging til landbúnaðin.
- Men tann skipanin er so trek, seinfør og stirvin, at hon vísir seg ikki til at vera til stóra nyttu hjá bøndrunum, sigur stjórin í MBM.
Tí hevur nevndin í MBM nú samtykt at taka tað óvanliga stig, at brúka burtur av gjaldførinum hjá felagnum til at fíggja íløgur hjá bóndum.
- Hetta er ein avgerð, vit halda, at vit noyðast at taka, tí Búnaðargrunnurin tíanverri vísir seg at virka so illa, sigur Hákun Steingrímsson.
- Tað tykist sum Búnaðargrunnurin er til fyri sína egnu skyld, heldur enn at virka eftir endamálsorðingini, leggur hann afturat.
Hann viðgongur, at tað, MBM ger í hesum føri, er at svara einum neyðarrópi frá bóndunum, sum eru hart kroystir av uppslitnum amboðum og eini stirvnari fíggingarskipan.
- Hetta er ikki ein avgerð, vit eru fegin um at taka, tí vit kundu væl brúkt okkara gjaldføri til onnur endamál. Men sum støðan er nú, eru vit rætt og slætt noydd at taka hetta stigið, sigur Hákun Steingrímsson.
Hann sigur, at tað er kortini avmarkað, hvussu langt gjaldførið hjá MBM røkkur.
Tí hevur nevndin í fyrstu atløgu hugsað um at fíggja nýíløgur í maskinur og útgerð, tað verið seg traktorar, ballipressur, sláimaskinur, ella hvat tað skal vera.
Hann hevur kortini ikki hug at siga, hvussu langt hetta røkkur.
- Men hetta er eitt stig, vit taka í góðum samstarvi við bankan, so tað røkkur til nakað fitt av íløgum, sigur hann.
Hann leggur kortini dent á, at áðrenn MBM fer undir at fíggja íløgur í landbúnaðin, vil nevndin hava aðalfundin í MBM at siga sína hugsan.
Hann verður 21. mars og tá verður spurningurin lagdur fyri aðalfundin at taka støðu til.
Men Hákun Steingrímsson sigur, at fyrireikingarnar eru komnar so mikið væl áleiðis, at tekur aðalfundurin undir við avgerðini, er klárt at fara undir fíggingarvirksemi dagin eftir.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr stjóran í Hákun Steingrímsson greiða Birgir Waag Høgnesen úr Miðlahúsinum frá um nýggju ætlanirnar hjá MBM.
|










