Í Taiwan og har suðuri í Kina fyrireika fólk seg til melduródnina Megi, sum er á veg tann vegin, og sum væntandi kemur inn yvir land um vikuskiftið. Megi er nú knappliga 250 fjórðingar sunnan fyri Taiwan. Veðurmenninir siga, at ódnin er viknað, síðani hon herjaði Filipsoyggjarnar mánadagin. Men vindferðin er framvegis oman fyri 200 kilometrar um tíman, og ódnin hevur nógv regn við sær.
Í Kina hava myndugleikarnir flutt 140.000 fólk burtur frá strondini har suðuri í landinum.
Megi kravdi minst 19 mannalív í Filipsoyggjunum, og umleið 200.000 fólk mistu hús og heim.










