Tað eru júst 10 ár síðani uppskotið til breksáttmálan varð undirskrivaður. Tá samtykti Føroyar, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, skal vera galdandi fyri Føroyar. Í gjár og fyrradagin vóru umboð fyri Megd í ST-nevndini, har tey løgdu fram, hvussu støðan er í Føroyum innan hetta økið.
Grein 33
Tey vístu millum annað á, at ynski er at fáa ein miðvísa brekpolitiska virkisætlan á brekøkinum og at Føroya landsstýri samtykkir eina lóg sum er galdandi fyri allan arbeiðsmarknaðin, og sum er ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum.
Grein 33 í ST-sáttmálanum fyllir eisini nógv.
— Hetta er ein grein, sum vit hava arbeitt leingi við. Hon er um innlendis ígyldissetan, har vit hava víst á, at eingin uttanvelta eftirlitsskipan er, og tað er heldur eingin embætismannanevnd, ið fevnir um øll aðalráðini. Eisini skuldi verið eitt óheft eftirlit við, hvussu sáttmálin verður íverksettur, og at hann verður íverksettur, segði Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, við Kringvarpið.
Hon vísti eisini á aðrar tørvir, til dømis manglandi mannarættindastovnur, manglandi talsfólk á brekøkinum og manglandi hagtøl.
Afturvendandi avbjóðingar
Í frágreiðingini eru afturvendandi avbjóðingar. Millum annað at ST-nevndin í 2014 mælti Føroya landsstýri til at samtykkja eina miðvísa brekpolitiska virkisætlan til tess at seta ST-sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek, í verk. Hesum tilmæli hevur landsstýrið ikki fylgt.
Í 2014 mælti ST-nevndin inniliga Føroya landsstýri til at samtykkja nýggja almenna lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum, eisini uttan fyri arbeiðsmarknaðin. Nevndin mælti eisini landsstýrinum til at taka stig til at tryggja, at munadygg rættartiltøk vóru tøk hjá fólki, ið bera brek, harímillum møguleiki fyri at kæra um mismun. Hetta er ikki gjørt.
— Vit royna allatíðina at trýsta á politisku skipanina og minna teir á, hvat vit kundu hugsa okkum, varð broytt, sigur Tóra.
Nakrir batar hendir
Nakrir batar eru eisini komnar. Føroya landsstýri viðurkendi føroyskt teknmál sum mál hin 5. juni 2017, og við hesum fekk Málráðið, ið er sett at røkja, menna og verja føroyska málið, ein lim úr deyvasamfelagnum. Somuleiðis er ein teknmálsorðabók útgivin. Hóast kunngerð um undirvísing í og á teknmáli er gjørd, er eingin undirvísing í føroyskum teknmáli.
Persónar, ið bera brek, skulu hava atgongd til heilsutænastur. Men eingin yvirskipaður politikkur er, ið tryggjar persónum, ið bera brek, fyribyrgjandi heilsutænastur. Hetta hevur við sær, at persónar, ið bera brek, til dømis fáa staðfest krabbamein seint í sjúkugongdini.
Í Føroyum er eingin heildarskipan av venjing og endurvenjing. Hetta hevur við sær, at persónum við varandi sjúkum ikki verður tryggjað eina endurvenjingar- og venjingarætlan. Útreiðslurnar til neyðugu støðugu venjingina kunnu vera stórar, av tí at viðkomandi persónar noyðast at rinda part av teimum sjálvir.
Viðkomandi lógir, harímillum lóg um løgtingsval og kommunuval, eiga at vera settar í verk, soleiðis at øll tey, ið bera brek, kunnu útinna rætt sín at greiða atkvøðu og stilla upp til val, nevnir Megd í tíðindaskrivi.
Landsstýrið til próvtøku
— Nú skal ST nevndin viðgera tað, vit eru komin við, og so skulu tey venda sær til Føroya landsstýri við hesum spurningunum, sigur Tóra.
So er spurningurin um landsstýrið stendur royndina.











