Mega í Vega

So stutt kann føroyska konsertin Atlantic Music Event í Vega leygarkvøldið lýsast. Føroyskir tónleikarar komu til Keypmannahavnar og smæddust ikki burtur. Ein góð konsert við Gestum, Makrel og Eivør og Bill. Og við fullsettum sali. At danskir miðlar áðrenn konsertina skrivaðu rósandi um Eivør vakti bert størri áhuga fyri konsertini

Atlantic Music Event er samstarv millum Vega í Keypmannahavn og Norðurlandahúsið í Føroyum. Aðrir stuðlar eru eisini, t.d. Atlantic Airways, sum tiltakið hevur navn eftir.
                      Leygarkvøldið var fyrsta tiltakið av hesum slag og Eivør Pálsdóttir og Bill Bourne fóru á pall og somuleiðis Makrel og Gestir.
                      Nakað av umtalu og lýsing hevði verið undan konsertini, men ikki var hon stórt uppsligin í Keypmannahavn. Meira vanligt lýsingarátak við plakatum og líknandi. Eitt av donsku bløðunum hálovaði tó Eivør í umtalu í døgunum undan konsertini. Har var.ma. sagt, at hon hevur dygdir at gerast eitt heimsnavn. Hetta hevur óivað økt um áhugan fyri konsertini leygarkvøldið.
 
Flott
Í lítla salinum í Vega ? sum tó helst tekur eini 500 ? 600 fólk ? savnaðust fólk og har var fullsett. Stórur partur av teimum samankomnu vóru føroyingar, men ikki øll. Danir taldust eisini í fjøldini.
                      Makrel løgdu fyri og teirra rockur fylti salin. Teir komu væl frá síni framførslu. Teir spældu so sum vit kenna teir og so spældu teir fleiri løg av nýggju fløguni Wonderland. Bólkurin er fløgutøkur og slíkur lýsingarmøguleiki, sum at spæla í Keypmannahavn, eigur ikki at gera sølutølini verri. Ein bólkur, sum við góðum tónleikarum og við originaliteti í sangi og nógvum effektum í guitarljóðinum, skapar flottan tónleik.
                      Gestir komu eisini væl frá framførsluni. Ein kann eisini her siga, at teir spældu sum vit kenna teir. Góður tónleikur við einum seinum pulsi. At teir av og  á styrktust við góðum ásláttri gjørdi bert tónleikin betri.
                      Eftir ein steðg komu so Eivør og Bill á pall.
                      Og tað stóð beinanvegin greitt, at fjøldin hevði bíðað og at fjøldin bleiv bergtikin. Fleiri stóðu púra burtur og lurtaðu eftir teimum báðum og teirra tónleiki, sum er eitt bland. ið kann lýsast sum countrykendur vísutónleikur.
                      Tá lagið ?Mær leingist? at enda kom ? eisini við enskum teksti - fekk fagnaðurin ongan enda. Eivør og Bill høvdu brotið allar møguligar forðingar og kanska eisini bygt brýr. Ein danskur miðlamaður, ið ikki kendi nakað serligt til Eivør frammanundan, segði eftir konsertina, at hann var heilt hugtikin og bilsin, tí her vóru veruliga gávur.
                      Kvøldið í Vega kundi bara skapa vónir eftir meira og tað gjørdi tað eisini, tí í Keypmannahavn søgdu fyrireikararnir seg fegnar taka ímóti líknandi tiltaki einaferð enn.
                      Talan var um eitt kvøld, sum var mega í Vega!
                      Vit hava størri frásøgn frá kvøldinum í blaðnum í morgin.