Mega høgguslokkar fingnir við Føroyar

Kroppurin á tí størsta vigaði meira enn 60 kg og eyguni vóru 9,5 cm í tvørmáti.
Tilsamans vóru 5 av hesum stóru høgguslokkunum fingnir undir Føroyum í 2004.

Eyðfinn Magnussen
Rógvi Mouritsen
????
Tá Magnus Heinason í 29. februar 2004 gjørdi yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, gjørdust manningin rættiliga bilsnir, tá trolið kom á dekkið. Í trolinum vóru stórt gelé-aktig dýr við longum ørmum. Tá trolposin varð opnaður og gelé-dýrið lá á dekkinum, gjørdist skjótt greitt, at talan var um ein yvirvaksnan høgguslokk.
Seinri á túrinum vóru 4 mega høgguslokkar fingnir afturat. Men hvat var hetta fyri ein fyri høgguslokkur? Hetta mátti kannast nærri, og tí vóru myndir tiknar, so dýrið kundi kannast nærri, tá komið varð í land
Haliphron atlanticus
Høgguslokkurin líktist ikki teimum vit vanliga kenna. Millum armarnar vóru tjúkkir elastiskir húðalepar, so hann minti mest um eina illa farna paraply. Tá kannað var eftir, vísti tað seg at vera ein høgguslokkur við tí vísindaliga heitinum Haliphron atlanticus. Tilsamans finnast okkurt um 600 ymisk sløg av høgguslokkum í heiminum. Hesir verða býttir sundur í 2 høvuðsbólkar: Teir við 10 ørmum og teir við 8 ørmum. Teir 10-armaðu høgguslokkarnir eru torpedoformaðir, har armarnir eru á framendanum á dýrinum. Hetta et tað slagið, sum summi ár verður fiskað á føroysku firðunum og sum eisini verður nýtt sum agn. Teir 8-armaðu eru meira posaformaðir, við armunum festum rundan um sjálvan kroppin. Megahøgguslokkanir, sum Magnus Heinason fekk vóru 8-armaðir, og líkist tískil ikki føroysku fjarahøgguslokkinum.
Kunnu gerast rættiliga stórir
Í stødd eru flestu høgguslokkasløgini millum 6 og 70 cm, tá eru armarnir íroknaðir. Tað finnast tó sløg, sum gerast rættuliga stór. Tann størsti høgguslokkurin, sum er fingin, var 16 m langur; harav armarnir vóru 6 m langir. Ummálið á kroppinum var 4 m. Stórir høgguslokkar eru eisini fingnir undir Føroyum. Í 1980-unum fekk svartkjaftatrolarin Giljanes ein stóran høgguslokk í trolið. Longdin á hesum høgguslokkinum var umleið 7. m tá armarnir vórðu íroknaðir. Sjálvur kroppurin var 1,15 m. Hesin høgguslokkurin hongur í dag uppi undir loftinum í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.
Megahøgguslokkurin flutt seg norðureftir
Haliphron-høgguslokkurin er vanliga at finna í Miðalhavinum og sunnarlaga í Atlantshavinum, men tey seinru árini er hann eisini fingin longur norðuri. Við ársenda í 2003 vóru fleiri fingnir í Norðsjónum. Í tíðarskeiðinum frá august til desember vórðu ikki færri enn 7 av hesum høgguslokkunum fingnir á Danmark. Hetta er meira enn saml-aða talið sum var fingið av haliphron-høgguslokkinumg í Norðuratlantshavinum árini 1983-1999. Árini 1983, 1984 og 1985 vóru 3 fingnir í Norra. Tveir eru fingnir víð Hebridurnar: Ein í 1995. Hesin vigaði 11,5 kg og kroppurin var 35 cm langur. Hin var fingin í 1999. Hann vigaði 2-3 kg og. Undir Íslandi hevði ein avgustur etið 107 haliphron-høgguslokkar. Restir av hesum høgguslokkunum vórðu funnin sum nev í búkinum, tá augusturin seinri varð skotin og tikin upp á eini hvalastøð.
Áhugi aðrastaðni
Av tí at so nógvir av hesum høgguslokkunum brádliga vórðu fingnir í Danmark, vóru tey á Zoologiska savninum í Keyp-mannahavn áhugað at vita hvussu støðan var í Føroyum. Var mega-høgguslokkurin eisini komin til okkara? Men tað var hann ikki. Eingin vist tá nakað um, at so stórir 8-armaðir høgguslokkar vóru fingnir um okkara leiðir. Men nú kom hann so. Ikki bert ein, menn heilir 5 vóru fingnir í trolinum hjá Magnus Heinason dagarnar frá 29. februar til 28. mars 2004. Eftir at Magnus Heinason hevði fingið hesar stóru høgguslokkarnir, var sjálvsagt nógv tosað í messuni aftaná. Onkur av manningini helt seg tá ørminnast, at teir fyrri høvdu fingið onkran stóran høgguslokk, sum minti um mega-høgguslokkarnar, men heilt vísir vóru teir ikki.
Veit onkur okkurt at siga
Er onkur sum veit okkurt at siga um hesar stóru høgguslokkarnar, sum í vár og í summar hava ferðast í havinum kring Føroyar so vinarligast setið tykkum í samband við Fiskirannsóknarstovuna tel 35 39 00, har Rógvi Mouritsen spentur bíðar eftir tykkum. Møguleiki er eisini at senda e-mail til: RogviM@frs.fo