Russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, fer til Noregs at vitja í næstum. Tað segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, eftir ein fund við norska starvsbróður sín, Jonas Gahr Støre, í Moskva í gjár.
Tað er ikki greitt, nær vitjanin verður, men norsk bløð gita, at Medvedev kemur til Oslo í apríl.
Á fundinum í gjár umrøddu teir báðir uttanríkisráðharrarnir millum annað møguleikarnar fyri samstarvi í tí arktiska økinum, men sambært Jonas Gahr Støre viðgjørdu teir eisini mannarættindini í Russlandi.










