Russiska tjóðartingið samtykti seinnapartin við stórum meiriluta, at Dmitrij Medvedev tekur við sum stjórnarleiðari eftir Vladimir Putin, sum varð tikin í eið mánadagin sum forseti. 299 tinglimir atkvøddu fyri Medvedev sum forsætisráðharra, og 144 atkvøddu ímóti.
Putin og Medvedev eru báðir úr flokkinum Sameint Russland, sum hevur meiriluta í tinginum.
Tann 59 ára gamli Putin hevur verið forseti tvey valskeið fyrr, frá 2000 til 2008, men hetta er fyrstu ferð, at tann 46 ára gamli Medvedev er forsætisráðharri.