Russiski varaforsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, sigur, at Russland tekur av fullum huga undir við Serbia og serbisku stjórnini í trætuni um Kosovo. Tað segði hann í gjár, tá hann var í Beograd og tosaði við Vojislav Kostunica, forsætisráðharra og Boris Tadic, forseta. Russiski varaforsætisráðharrin legði afturat, at avgerðini hjá Kosovo at loysa frá Serbia er ikki í samsvari við altjóða lógir og reglur. Hetta er tað sama, sum Vladimir Putin, forseti, hevur sagt, og tað kemur neyvan óvart á nakran, at teir báðir eru samdir, tí Putin hevur mælt russum til at velja Medvedev til sín eftirmann.










