Medvedev í Danmark

Russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, kom seinnapartin til Danmarkar við flogfari úr Noregi, har hann hevur verið á almennari vitjan. Margretha drotning, Heindrikur prinsur, Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Lene Espersen, uttanríkisráðharri, vóru á Kastrup-flogvøllinum og tóku ímóti russiska forsetanum.

Í kvøld skulu Dmirtij Medvedev og konan Svetlana til døgurða á Fredensborg slotti, har Margretha drotning er vertur.

Í morgin verða politiskar tingingar, og harumframt verða fundir um handils- og vinnusamstarv.

Hetta er fyrstu ferð í 46 ár, at ein russiskur forseti vitjar Danmark.