Medistari í karry í Texas

Pápin at medistaranum í karry, Vága Neil Young ella bara rætt og slætt Sámal Ravnsfjall fer leygarkvøldið á pallin á Sandi í nýggja spælistaðnum hjá sandingum Texas. Ovara hædd á ungmannafelagshúsinum Virkinum er vorðið eitt virkið spælistað, har livandi tónleikur ger vikuskiftini eitt sindur hugnaligari.

Í seinastuni hava tónleikarar sum Brandur Enni og Signar í Homrum spælt í Texas, og hetta vikuskiftið er tað ein av royndastu fólkatónleikarunum í landinum. Sámal Ravnsfjall hevur sítt heilt egna ljóð, og man hava eina tí størstu spæliskránna í landinum.