Medina vil giftast

Danska poppstjørnan Medina er á ljósareyðum skýggjum í hesum døgum. Í øllum førum vilja donsku fjølmiðlarnir vera við, at sambandið millum Medinu og 20 ára gamla poppdrongin, Christopher, er so mikið gott, at hon kundi hugsað sær at gift seg við honum.

 

Medina er í løtuni í New York, har hon ger sjónbandalag til hittið Forever.

 

Samstundis hevur 29 ára gamla Medina roynt ymsar brúðarkjólar í The Big Apple. Fyri nøkrum døgum síðani skrivaði hon á sínum Twitter-profili:

 

"Oh - eg havi júst roynt ein brúðarkjóla, sum Jesper Høvring hevur sniðgivið. Eg skal kanska giftast í New York í hesi vikuni!!!"

 

Ungi sjeikurin tekur tað meira róligt, tí tá ein journalistur fyri stuttum spurdi hann, um hann var forelskaður, svaraði hann varliga:

 

- Tað veit eg ikki. Nú taka vit tað, sum tað kemur.

 

 

Medina og Christopher funnu sær stundir til at hugna sær í ameikanska stórbýnum, hóast tey bæði vóru í Los Angeles í arbeiðsørindum. Hon skuldi spæla fleiri konsertir, meðan hann skuldi luttaka í Kids Chioce Awards og gera eitt sjónbandalag.