Medina við tárum í nýggjum videolagi

Danska poppdrotningin Medina, sum framførdi í Føroyum á Voxbotn 2012, kann nú síggjast í einum nýggjum svørt hvítum videolagi til sangin Har Du Glemt.

 

Medina hevur júst útgivið eina nýggja útgávu av fløguni For Altid, og á hesi útgávuni eru fýra spildurnýggir sangir. Har Du Glemt er eitt av hesum fýra løgunum.

 

Í videolagnum sæst ein heldur kedd og frustrerað Medina.

 

- Tað snýr seg um, hvussu eg í gerandisdegnum upplivi, hvussu fólk bara lata seg forfafalla, hevur Medina sagt um videolagið. Hetta sæst aftur í videolagnum, har Medina gongur túr, situr í einum baðikari og skeldast við sjeikin. Eisini eru vakrar senur í videolagnum, sum eru upptiknar undir vatnskorpuni.

 

Niðanfyri sæst videolagið til sangin Har Du Glemt.