Medina til Føroya um vikuskiftið

Í samband við stóra tiltakið í høllini á Hálsi um vikuskiftið, ”Burn Showdown”, kemur danska poppstjørnan, Medina, til landið. Hon skal millum annað framføra í samband við steypahandana fyri tær 14 kappingarnar, sum eru partur av Showdown.

 

Í tí sambandi fer hon eisini at framføra í Luux leygarkvøldið. Eftir skránni skal hon framføra í høllini á Hálsi leygarkvøldið klokkan 23, og í Luux klokkan 02.

 

Her er skráin til Burn Showdown:

Fríggjadagin 17. novembur:

17.00 – 18.00 Føroya sterkasta kvinna

18.15 – 20.15 Strongman

20.30 – 23.00 Boksing

 

Leygardagin 18. novembur:

12.00 – 13.00 Kettlebell

13.00 – 15.00 Weightlifting

14.00 – 16.00 Powerlifting

15.00 – 17.00 Crossfit

17.00 – 19.00 Steðgur

19.00 – 22.00 Bikini Fitness, Women’s Figure, Men’s Figure og Miss Faroe Islands

22.15 – 22.45 Steypahandan

23.00 - Medina (Høllin á Hálsi)

02.00 - Medina (Luux)