Medina spyr um føroyingar eru klárir

Danska poppdrotningin er lend, og tilreiðar at hertaka Føroyar.

Tað er í kvøld, at mestseljandi danska tónlistakvinnan síðani 2009 fer á pall í bæði Rex og Luux.

Ávegis Føroyar, dagførdi hon facebook vangan hjá sær við einum sjónbandi við lívið í og spurdi um føroyingar vóru klárir til í kvøld.

Á almenna vanganum hjá henni stendur at lesa:

"Crazyness.. Faroe Islands ARE U READY FOR TONIGHT?? Cuz here we fuc!n come!”

Tað er í sambandi við einari tónleikarundferð á náttklubbarnar í ríkunum, at hon vitjarí Føroyum. 

Hon var gestur í Hvonn Live sendingini fyrr í kvøld, og eftir midnátt leggur hon leiðinaframvið Luux og rundar av í Rex í Havn.