Medina í Havn í kvøld

Danska poppstjørnan verður á palli og í útvarpssending í Føroyum í kvøld

Kendasta poppsongkvinnan í danska kongaríkinum vitjar í kvøld í høvuðsstaðnum.

Medina kemur til Føroya at framføra á dansistøðunum Luux og Rex í nátt. Medina er í løtuni á einum sonevndum ”club tour”, og framførslurnar í Føroyum eru partur av hesari ferð.

Medina verður eisini við í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 ger beinleiðis av Hvonn í kvøld frá kl. 21.00.

Medina hevur síðani 2009 verið mest seljandi songkvinna í Danmark.