Medina gestur í beinleiðis sending á Rás2

Leygarkvøldið verður danska poppstjørnan Medina gestur í sending hjá Rás2

Leygarkvøldið er sendingin Hvonn Live hjá Rás2 aftur á skránni. Í sendingini eru, sum vant, samrøður, beinleiðis tónleikur og undirhald.


Poppstjørnan Medina er í Føroyum um vikuskiftið fyri at framføra í Havn, men áðrenn framførsluna vitjar hon Hvonn Live.

Medina er von við, at myndafólk elta hana at fáa myndir av henni, og Vikubløðini skriva alt um hennara privatlív.

Í sendingini fer Medina at greiða frá, hvussu lívið sum poppstjørna er.

Tosað verður eisini við eina kvinnu, sum hevur gjørt hjálpararbeiði í Afrika, og ein mann, sum hevur mediterað í India.

Hví fóru tey á slíkar ferðir, og hvørjum koma tey heimaftur við.


Sjónleikararnir Ria og Súsanna Tórgarð hugleiða um og skemta við Kvinnudegnum, sum er sunnudagin.


Hvonn Live byrjar leygarkvøldið klokkan 21. Sent verður beinleiðis av Hvonn, og har eru fólk vælkomin at koma at lurta – og annars ber til at hoyra alt á Rás2.