Mediastuntið hjá John Johannesen

Skilji væl John - at hann ger, hvat hann kann fyri at fáa veljaran at gloyma ruðuleikan í Javnaðarflokkinum.

Flestu føroyingar munnu verða samdir um, at tað er alt ov dýrt at ferðast til og frá Føroyum.

Men, at ein almennur miðul (við public service skyldum – hvat tað so er?), sum KvF. stillar upp og letur seg brúka sum marknaðarførings amboð hjá einum einstakum politikkara ella flokki, er undir alt lágmark.

Um tíðindamaðurin á degi og viku, ið gjørdi samrøðuna við John, var seriøsur, kundi hann sett viðkomandi spurningar sum t.d. :

Um tú veruliga meinar nakað við hesum, hví kemur tú so nústani við uppskotinum?

Hevur tað ikki kostað ov nógv at ferðast í fleiri ár?

Atkvøddi tú og javnaðarflokkurin ikki fyri einskiljingini av Atlantsflogi?

Leggur tað ikki trýst á ferðaseðlaprísin uppeftir, tá man einskilir eitt felag, ið onga kapping hevur?

Vit nærkast milliardini í halli á fíggjarlógini!

Hvør skal gjalda fyri ferðaseðla lækkingina?

Skal tað aftur klípast av hjá pensionistum og teimum veikastu í samfelagnum? Skal pensiónsaldurin kanska hækka enn meira?

Hvat skal gerast fyri at fáa fíggjarlógina at javnviga? og eg kundi hildið á,

men tað skal eg ikki gera.

John er ikki tann fyrsti, sum hevur klárað at lokka miðlarnar apríl, og hann verður neyvan tann síðsti.

Minnist, hvussu snildisliga Anfinn Kallsberg bar seg at við bummgjaldinum, tá teir ofraðu Jógvan við Keldu, sum landstýrismann. Jógvan bleiv gloymdur, og tíðindafólkini kýkaðu agnið hjá Anfinni, at nú skuldi tað verða frítt at koyra í undirsjóðartunnlunum.

Sig so tað - the show must go on.