Svenska prinsessan, Madeleine, eigur at rinda bótina upp á túsund krónur, sum hon fekk fyri at koyra í skeivari vegbreyt, heldur ein svenskur serfrøðingur í ferðslulógini.
Madeleine prinsessa fekk bótina mikudagin, bara tríggjar dagar áðrenn hon skal giftast.
Men hóast umstøðurnar annars, sleppur hon ikki undan bótini, tí politiið í Stockholm er komið til ta niðurstøðu, at hon ikki hevur løgfrøðiligt órin, ið kann sleppa henni undan at rinda bótina.
Tað besta fyri hana er at viðurkenna brotið á ferðslulógina og at taka avleiðingarnar av tí, heldur Leif Rydström, advokatur og serfrøðingur í ferðslulógini.
Svenska kongshúsið leggur seg ikki upp í málið, men hevur bara sagt, at tað er upp til politiið at gera av, hvussu verður við bótini til Madeleine prinsessu.